Gleð eitt barn á jólum
Gleðin verður altíð størri, tá vit býta hana við onnur.
Tú kanst gleða eitt barn, eina mammu og ein pápa á jólum. Í Føroyum eru børn, sum kenna avleiðingarnar av trongum fíggjarligum korum. Hetta merkir gerandisdagin, og hetta merkist serliga svárt á jólum. Aftur í ár ynskir átakið Í menniskjum góður tokki at gera gleðina størri og stúranina minni hjá føroyskum børnum og foreldrum á jólum. Hjálp okkum at hjálpa børnum! Gev eina jólagávu, sum veruliga munar. Til ber at stuðla við at flyta eina upphædd á hesar kontur: 9181 – 998.389.0 9870 – 988.447.6 6460 – 995.133.6 9865 - 988.804.1 Umvegis heimasíðuna www.kvinna.fo ber til at stuðla við visakorti. Tann stuðul, sum kemur inn, verður óskerdur býttur til tær familjur, sum søkja jólahjálp. Okkara ábyrgd av hvør øðrum og okkara samkensla sum medmenniskja, sum næsti – eigur at vera tað, sum fær teg at stuðla átakinum. Tíðindaskriv: Minnenes Melodi, ein tíðarmynd frá fimtiárunum
Minnenes Melodi, ein tíðarmyndin frá fimtiárunum, verður framførd í Bygdaskúlanum i Miðvági fríggjakvøldið hin 20 juli kl 20.00.
Kvøldið verður skipað sum eitt Kafékvøld við tónleiki, sangi og smáum sjónleikabrotum. Pallurin er ein stova frá fimtiárunum og leikarar sýna fram klæðir frá somu tíð. Tað verður borðreitt við drekkamunni og sandkøkum, skuffukøkum o.ø. bakstri, sum var vanligt tá. Veðurtíðindi frá norðmanninum verða at hoyra í útvarpinum og sjálvandi ber til at syngja við, tá teir góðu gomlu føroysku, norsku, svensku, týsku og ensku slagararnir verða at hoyra. Tað verður stutt sagt rein nostalgi á skránni hetta kvøld. Hevur tú hug til at uppliva hetta einastandandi kvøld, ber til at ogna sær atgongumerkir á 100,00 við at venda sær til Vága Kunningarstovu. Avmarkað atgongd. Ágóðin frá tiltakinum fer allur til “Í menniskjum góður tokki”. Kvinnubólkurin í Vágum og Vága Sjónleikarafelag. |
|
